Treytir
Handilstreytir:
Tá íð tú keypir frá Klædnahandlinum Gunnva keypir tú frá:
Gunnva ApS
V-tal: 591831
Áarvegur 5
100 Torshavn, Færøerne
Privatlívspoltikkur:
Fyri at kunna keypa okkara nethandli biðja vit um nakrar persónligar upplýsningar:
Navn
Bústað
Tlf
E-mail
Hesir upplýsningar verða brúktir til at gjøgnumføra títt keyp so vit kunnu levera vøruna og uppfylla krav um bókhaldarlógina. Vit brúka eisini upplýsningar til at vegleiða teg best gjørligt. Upplýsningarnir deilast ikki við triðjapart, men í samband við flutning verða neyðugar upplýsningar givnir. Gjaldstransaktiónir eru kryptera via Quickpay fyri tína trygd.
Prísir og Gjaldskort:
Allir prísir eru í føroyskum krónum (DKK) írokna MVG. Fyrivarnið verður tikið fyri møguligum prísbroytingum. Tú kanst gjalda við flestu vanligu gjaldskortunum í okkara nethandli s.s Visa kort og Mastercard .
Peningurin verður trektur tá ið vøran verður send.
Tín tryggleiki:
Vit brúka Quickpay sum gateway í okkara nethandli. Quickpay tryggjar at tínir gjaldsupplýsningar krypterast og eru tryggir ímóti ólógligari atgongd.
Bílegging av vøru:
Tá ið tú hevur bílagt vøru á okkara nethandli fært tú ein e-mail við einum yvirlitið yvir vøru tú hevur bílagt ; Hesin er ikki bindandi, men bert ein automatisk kvittan sum vísir at vit, Gunnva ApS, hava móttikið tín ordra. Gunnva ApS hevur rætt til at strikað tín ordra. Endaliga ordraváttan og faktura fært tú tá ið vit hava góðkent keypið.
Reklamatión:
Um feilur er í vøruni tá íð tú móttekur vøruna skalt tú boða okkum frá innan 3 dagar. Vit gevur tær upplýsingar um, hvussu tú skalt gera. Um vøran er skadd vid komu, endurrindar Gunnva aps flutningskostnaðin. Annars verður víst til keypilógina.Tú hevur 2 ár reklamatiónsrætt. Møgulig kæra kann sendast til Gunnva aps ella brúkarumboði i Føroyum.
Útbering:
Pakkar vera sendir út við Posta, og senda vit kring alt landið. Um vøran verður bíløgd innan kl. 12:00 gerðandisdagar, verður vøran sum oftast borin út gerðandisdagin eftir, tá talan er um meginøkið. Kann taka millum 1-3 gerðandisdagar
Við keyp yvir 600 kr. er ókeypis útbering. Fyri keyp undir 600 kr. er kostnaðurin fyri útbering 54 kr.
Umbýtingarrættur:
Umbýtingarrættur er 14 dagar frá tú hevur móttiki pakkan, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir og tað ið har til hoyrir enn er á vøruni og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt. Ynskjir tú at brúka umbýtingarrættin skalt tú senda okkum ein e-mail skjórast gjørligt. Kostnaðin at senda vøruna aftur ber kundin sjálvur. Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur.
Vøran skal sendast til
Gunnva aps
Áarvegur 5
FO 100 Tórshavn
Afturgjalding
Tá id vit hava móttiki vøruna og hava gódtikid tad sum er aftursent ,verdur upphæddin endurgoldin. Upphæddin verdur flutt á sama hátt sum vøran er goldin.
Vinaliga legg til merkis at tad kunnu ganga upp til 14 dager ádrenn upphæddin er á tygara konto
Vøran skal verda í sama standi sum tá id tygum keypti vøruna.
Vøra verdur IKKI endurgoldin um stadfestast kann at vøran er brúkt - lugtar av parfume, royki, etc.- er skadd - hevur plettar av smyrsli etc.